Deiligt at sova í síni egnu song aftur, 38 dagar og 38 ymiskar sengur, og deiligt at vera í síni egnu brúsu:) Ikki øll herbergi høvdu so góðar brúsur ella nóg heitt vatn ella nóg nógv vatn. Kanska 2 brúsur til 50 fólk, viðhvørt var tað ein fyritøka at fara í bað, sjálvt um mann hevði gingið allan dagin...men her í Eiriksgøtu er deiliga friðarligt. Herbert og Turið eru úti og spáka, meðan rísingreyturin hjá Herberti kókar. Vit fingu eina stórfingna móttøku í gjár, tey høvdu ordiliga tikið eitt tak...herligt at vita sær so góð vinfólk.
No comments:
Post a Comment