Gudlaug kom ímóti mær á keiini, og við henni var Bente, sum var sjaførur. Tær eru vinkonur, og Bente var sjaførur hjá okkum, meðan eg var í Kr.sand (leygardag til mikudag).
Sunnudagin vóru vit á sandinum í eini pikkulítlari vík og um kvøldið vóru vit til sjónleik. Vit sóu Kvinnemonologerne, ein sýning við 13 ymiskum kvinnulagnum ella upplivingum um fordómar , happing, adoptión og annað.
Mánadagin vóru vit m.a. í Wergelandsparken, Gudlaug var guide alla tíðina. Henrik Wergeland (f.1808) stendur við nøsini upp í loft. Eina ferð segði hann, at tað var spell, at norðmenn skriva á donskum, t.d. vandfald fyri foss, og tað kann hann hava rætt í, at vatnið hoyrist betur í tí norska "foss" enn í vandfald.
Maðurin - Lindland - sum hevur savnið í Lyngdal, hevur savnað maskinur, síðani hann var 19, hann hevði fleiri broytir og gravkýr og fleiri lastbilar.
Seinasta stopp var laksatrappan í KVÅS fossinum, eitt sera flott bygningsverk inni í fjallinum, trappur, so at laksurin skal sleppu niðan um tann høga fossin, og so sjálvandi kaffistova og útsýnispallar. Men eg hugsaði, um tað ikki var nokso nógv myrkari hjá laksinum inni í trappuni, sum var í einum tunli enn í ánni, men teir eru kanska so stutta tíð í sjálvari trappuni.
Í dag mikudag var sightseeing á UiA, Universitetet i Agder, á skránni, tað er jú Gudlaugsa annað heim, har hevur hon sítt arbeiði, sínar kollegar og.. ja fleiri bøkur. UiA hevur eini 12-13.000 studentar, so har er alt so stórt. Vit vóru eisini í bókhandlinum og har fann eg hetta, tekstabøkur v/ arbeiðsbók fyri "voksne innvandrere", hóskandi til A1, A2, B1 og B2
Eg gangi jú við brotnum fóti (!), so taksarokningin er sera stór. Men Kristiansand er deiligur býur, havið sæst allastaðni, sól hvønn dag og góður blíðskapur á Østerveien.
No comments:
Post a Comment