So herligt har á strætinum, ein Hammerfest kona segði mær, at tey høvdu havt kavaæl ella regn hvønn dag í vikuvís, og hetta var fyrsti góði dagur.
Ísbjarnamyndirnar standa framman fyri ráðhúsinum. Tey hava eisini ein ísbjarnaklubb, har ferðafólk kunna tekna seg sum lim, so rindar mann fyri serifikat, emblem osfr.
Standmyndin aftanfyri var ein kona og fýra børn, og hon stendur á einum spæliplássi.
Kirkjan í Hammerfest er frá 1961, og inni í kirkjuni sær ein allar kirkjurnar, sum hava verið í býnum. Hammerfest upplivdi eisini, at týskarar brendu og oyðiløgdu m. a. kirkjuna.
Ein ung kona sat og spældi orgul, tað var ein vælsignað og rólig løta.
Arkitekturin er Hans Magnus, og listarverkini eru eftir Jardar Lunde. Mosaikkrúturin í kórinum vísir meginpartar av bíbliusøguni.
Á kórloftsvegginum eru myndir av og árstøl um tær 6 kirkjurnar, sum hava verið í býnum
Tann kirkjan, sum brann undir krígnum var frá 1893.
Uttanfyri Hammerfest er ein oyggj, Melkøya. Har endar ein 168 km langur gassleidningur frá gassbrunninum Snjóhvítu. Virkið læt upp í 2007. Við serstakliga framkomnari tøkni verður gassið komprimerað og gjørt flótandi, so at tað fyllir ein 600 part av tí, tað upprunaliga fylti. Sokallaðir LNG skip føra nú gassið av oynni, 2-3 skip pr. viku, hvørt skip lastar gass fyri 300 mill. kr. Gassið verður flutt á heimsmarknaðin.
No comments:
Post a Comment