Jun 11, 2018

Tromsø - 5. dagur umborð á MIdnáttarsól

Tromsø varð grundlagdur í 1794, og enn standa summi keypmanshús, sum tey stóðu tá. Býuin breiðir seg av fastlandinum um fleiri oyggjar við brúgvasambandi, Trømsø og so Kvaløya. Teirra vinnuvegir eru fiskarí og ferðavinna.
Vit sóu trý pláss á okkara útferð í Tromsø: Útsýnispall, sum tú fert upp á í tráðbreyt, íshavskatedralin og Polaria, sum er ein granskingar og framsýningarstovnur. Úsýnið var nú hvørki so, tí nú var tað góða veðrið uppi, tað er kalt og sirmar.

 Pláss var gjørt til koyristólar saman við hinum stólunum, sera gott.
 Arkitekturin hevði upprunaliga gjørt eina náttúrukirkju, alt vindeygað í kórinum hevði vanligan rút og meiningin var, at tú skuldi líkasum føla, at tú sat í guds fríðu náttúru, men kirkjufólkið varð so darvað av ljósi og sólskini, at tey vildu hava tað broytt, so kom glasmosaikk í vindeygað. Tá ið arkitekturin kom og sá vindeygað, fór hann at gráta, tí at tey høvdu oyðilagt kirkjuna, og hann setti ikki síni bein aftur í kirkjuna, men kirkjufólkið var væl nøgt.












Altardúkurin er sera einfaldur fyri ikki at siga keðiligur, og sama slag lá á lesipultinum.



Í morgun var ein serlig seremoni á dekki 9, Neptun kongur kom og limaði fólk inn í sítt kalda ríki norðan fyri pólkringin. Festligt, eg helt meg tó langt burtur.














No comments:

Post a Comment