Jun 9, 2018

Tróndheim

Tey hava atkvøtt um býarnavnið í Tróndheimi, og tað var rættiliga javnt millum Nidaros og Trónheim, men tað bleiv so Tróndheim. Vit komu til Tróndheim í morgun (3. dagur), og eg fór ein túr niðan í býin. Hugsaði, at tað ger einki um eg síggi dómkirkjuna tvær ferðir, eg havi nevniliga teknað meg til eina útferð til Nidarosdomen á suðurferðini. Har var nógv fólk og rættiliga nógvur gangur og lítil andakt. Tað kostaði 100 kr. inn og ekstra, um tú vildi í tornið, bispagarðin ella kryptina. Men katedralurin er flottur.

Eg sá ongar typiskar pílagrímar,men vit eru kanska øll pílarímar, ferðandi leitandi uttan íhald. Dómkirkjan í Tróndheimi var týdningarmesta pílagrímsstað í Norðurlondum, her var Ólavur heilagi grivin, og hansara jarðisku leivdir í silvurskríni kundu veita lekidóm. Erkibispurin hevði sítt setur har eisni, og hann sum vit vita ráddi eisini í føroysku kirkjuni.




Nidelven stille og vakker du er....har var vakurt at ganga við ánna, fólk sólaðu sær, og børn spældu á spæliplássi.



Í Tróndheimsfjørðinum sóu vit Munkhólmin, sum fyrr æt Nidholmen. Hann varð havdur sum avrættingarpláss við fyrstu avrætting í 995, seinni hevur verið klostur har, fongsul hevur eisini verið og skansi. Nú er hann til hugna hjá Tróndheimsfólki.

Rørvik hevur 6000 oyggjar og hólmar.

No comments:

Post a Comment