Nov 10, 2019

Hendingaríkt vikuskifti

Fríggjadagin fór eg í Kongshøll at lurta eftir Erlingi Isholm, tá ið hann hevði sína doktaraverju. Vit eru heppin at hava fingið ein so fínan fyrilestrarsal í Havn. Ritgerðin hjá Erlingi er um leiklutin hjá amtmonnum í moderniseringini í Føroyum. Hann legði fram eina nýggja søgufatan, kann ein siga, eina fatan sum er ikki nationalistisk, grovt sagt: alt er ikki lort, sum danir hava gjørt í Føroyum. Sera áhugavert og væl fyriskipað.
Erling við opponentum og vegleiðarum
 


Fyrr í vikuni var eitt seinnapartsseminar um Hamlet. Har vóru tríggir innbodnir fyrilesarar. Ein tosaði um, hví og hvussu leikurin Hamlet hevur fingið so stóra útbreiðslu um allan heim -  All the world is a stage. Ein tosaði um Shakespeare leikir sum amboð í bardaganum ímóti veðurlagsbroytingum. Tey stytta og tillaga leikir (Reduce, rewrite and recycle), tey spæla teir uttandura í parkini Yosomite, har vørðirnir, sum eisini stundum spæla við - hava fingið boð um, at gestirnir skula ikki upplýsast um "Global warming". Tann triðji fyrilesturin æt Hamlet and the Histories of Emotions.

Aftaná vóru samrøður við týðara og tónsetara, Hans Torgarð og Trónd Bogason.




Marianna Norðoy hevur fingið nýggj høli til sítt gallarí, Galerie Focus, tey eru í Dr. Jacobsensgøtu. Fyrsta framsýningin er við verkum hjá Palla Gregoriussen og Anne Marie Gøricke. Samstarv hevur verið við Krabbameinsfelagið um hesa sýning, við tað at Anne Marie hevur gingið til listterapi hjá teimum.

 


Palle Gregoriussen og Anne Marie Gøricke

So fór eg beina leið í Frelsunnarherin, har tey høvdu bókarframløgu. Óli Jacobsen hevur skrivað eina bók um Njál. Deiligt at síggja Elisabeth og Njál. Elisabeth hevði onkra stuttliga søgu um seg og Njál á Grønlandsveg 19.

 

Fríggjakvøldið fór eg í Norðurlandahúsið til HAMLET. Tað var eitt stórt upplivilsi. Uppsetingin er sera kreativ og original. Kjartan spælir Hamlet so serstakliga væl, hansara orkufylta og órógvandi kenslulív fylti tey stóru rúm. Pallurin ella húsið sjálvt spældi sína rollu væl, tað var undirhaldandi at knappliga síggja hamin uttanfyri ella uppi í einum stiga. Nú skal eg ikki avdúka meira, men alt húsið er tikið í nýtslu.
Byrjanin er genial, áskoðararnir føla seg rættiliga heima, tiknir upp í spælið frá fyrsta bríksli. 

Og nú er leygardagur, og Herbert hevur verið í First Lego league kapping á Argjahamri, so ótrúliga stuttligt at síggja so nógv hugagóð børn.





Og í Tróndargøtu er Víngarðurin, ein hugnalig vínbarr, latin upp. Har er vín og tapas og listaframsýning. So hugnaligt og gott fyri sálina. Og vikuskiftið er ikki av enn!



No comments:

Post a Comment