Kvøldskúlin í Havn hevur sera nógv og fjølbroytt skeið í boði. Tað fyrsta eg gekk til var bókabinding, og Jens Pauli Heinesen fekk grønt bind. Eg havi einaferð verið til møblapolstring, broderí, franskt. Og í fjør var eg á sjónleikaskeiði. Í ár valdi eg mær dreying. Tað er also ikki bara, bara. Í kvøld var fimta kvøldið, og tað gongur sera seint at fáa tað rætta takið, tann rætta vinkulin og ta røttu ferðina. Vit skuldu fyrst øll bara royna at fáa træið runt, so royna eina skál, ein ljósastaka eitt jólatræ.
|
opus 1 smurt við olivenolju |
Ikki allir næmingarnir eru so óroyndir, onkur er, sum hevur verið á skeiði í fleiri ár, og hvørt skúlakvøld spretta fagrir lutir undan hondunum á Suna og Teiti.
|
Í kvøld gjørdi Suni smáar klokkur til jólar |
So ótolin eftir at duga betur, at forma træið, so sum eg vil, men um tú skundar tær og flytur hond og jarn og broytir vinkul í ovræsi, so bang! springur jarnið og flensar eitt spor í tínum deiliga staka. Fjú, nú er kaffitíð. Gott at hoyra friðin, tá ið maskinurnar slókna. Tað er bæði gangur og dust á verkstaðnum.
Mítt sofubein skal verða til eitt jólatræ, tað líkist næstan meira einum jólatræ, áðrenn eg byrji.
|
saga |
|
James funnið sær ein góðan kubba |
|
greiða frá |
|
brýna
|
Undirvísingin er í smíðstovuni á Eysturskúlanum.
|
dreya |
|
floksmynd |
No comments:
Post a Comment