Dec 5, 2010

Jólakalendarin - 6

Rumpald. 

Fór ein langan túr í dag, var í troyggju, húgvu og mínum tjúkku leggøldum, men so bleiv eg so køld um rumpuna og lørini, so hugsaði eg, hevði eg bara havt eitt rumpald, hví ikki – vit hava buløld, leggøld, so nú er tíð at fara at binda rumpøld. Hervið er hetta góða hugskotið latið okkara sniðgevum. Sjálvandi ber til at fara í ullintar undirbuksir ella gamasjur innanfyri, men eitt rumpald hevði verið so nógv lættari at farið úr, um mann nú fór inn onkustaðni at fáa sær te. Og so kundu tey verið í føgrum litum við stuttligum mynstrum a la Steinum. 

Ná, eg gekk mær  camino í Hoydølum, og fór inn til Bozenu ein túr, har fekk eg dagføring viðvíkjandi gentunum, sum beint nú eru í París, Zurich, Danmark og USA. Tað meini eg, men tær eru raskar at vitja heim, eisini tær. Bozena bjóðaði te úr russiskum koppi við kinesiskari skál, tehettan er úr Uzbekistan. Eg vitjaði eisini Beinir á veg heim, Jóna var ikki inni. Í kvøld var eg til konsertina hjá manskórinum, deiligt.

(Kalendarabloggurin er skrivaður um kvøldið og lagdur út, so hann er veruliga um tað, sum hendi dagin fyri, hann verður lisin, sama ger.)

jól10 007 jól10 009 jól10 010 jól10 013 jól10 015 jól10 017 jól10 018 jól10 004 jól10 006

No comments:

Post a Comment