Reyði krossur.
Vitjanartænastan hjá Reyða krossi hevur fólk, sum gongur inn at vitja fólk, eldri fólk, sum sita nógv einsamøll og ikki orka so væl út sjálvi. Eitt ólønt arbeiði, sum gleðir báðar partar. Í gjárkvøldið var jólaborðhald hjá vitjanartænastuni. Marin og Sigrun skipaðu fyri, og afturat teimum vóru Torkil, Inga Rósa, Bergljót, Hilda, Anna Katrina og Anngerð til borðs.Torkil skipaði tríggjar sangir: Tað býr okkurt gott í øllum/tú veit okkurt gott umhini/ eg veit okkurt gott um teg/ ja, so sig tað, so eg veit tað. Dagurin fær annan lit/ lívið er ein signað gáva/ alt er ikki møðsamt slit (úr sangi um vinarlag).
No comments:
Post a Comment