Dec 18, 2010

Jólakalendarin –18


Og Øskufía lukkaðist akkurát heim áðrenn 12. Gud viti , hvat hevði hent, hevði hon verið longur í ballinum. Ballið var fínt. Eg havi fantastiskar starvsfelagar. Og so nógv vóru við. Tá ið vit komu vóru vit savnað á einum casino, har bar til at spæla alternativt tennis, alternativa bowling og alternativt bóltkast. Og vinningarnir vóru eisini rættiliga alternativir. Onkur vann at sleppa at velja fyrsta felagssangin. Onkur vann ein dans við navnsnevndum starvsfelaga. Onkur vann eitt photoshoot við KR, hetta photoshoot verður hervið lagt út til almenna hámeting.

Fyrireikararnir vóru, sum altíð, tey, sum eru púra nýggir lærarar í Hoydølum, tey kláraðu uppgávuna til UG, má eg siga.

Tá ið eg fór heim, kom eitt grovt heglingsæl og torusláttur við snarljósi. Myndin av hárinum á Birgit vísir, at høglini vóru sum høsnaregg, ná okey kanska sum russinur.

advent 10 002 advent 10 041 advent 10 044 advent 10 049 advent 10 053

No comments:

Post a Comment