Dec 15, 2010

Jólakalendarin - 15

Listafólkini vóru har, Heðin Mortensen var har. Eg havi aldrin verið í hasi nýggju fimleikahøllini, so eg nýtti høvið, nú ið listaverk vórðu sýnd fram. Verkið hjá Tróndi var óluksáliga flott, tekningar av íðkandi likamum á glas”bókarsíðum” innan í bláum glaskubba. Stuttligar dimensiónir og refleksiónir. Modellið hjá Guðrið sá ikki nógv út fyri verðini, har tað lá so flatt, men Heðin (sum sjálvandi segði nøkur orð) segði, at tað fór at verða veikar lýsandi vetrarstjørnur, og at tað er eitt stórt verk, sum fer at prýða túnið. Annars vóru fleiri abstrakt verk við denti á rørslu og kropp.

 

IMG_3502 IMG_3504 IMG_3505 IMG_3506 IMG_3494 IMG_3495 IMG_3496 IMG_3497 IMG_3498 IMG_3499 IMG_3500 IMG_3503 IMG_3501

No comments:

Post a Comment