Hava tey á Visit Faroes sett nakað hægsta mark á talið av ferðafólki, ella síggja tey ein endaleysan vøkstur fyri sær? Leingi hava tey brúkt játtan og eykajáttan til marknaðarføring uttanlands, tað hevur virkað. Hava tey hugsað um at nýta part av játtanini í Føroyum til gleði fyri tey, sum skula taka ímóti gestunum. Kanska til at bøta um fasilitetir á teimum mest vitjaðu plássunum. Hvussu við ordiliga merktum gøtum ymsastaðni í fjøllunum? Ella skula fólk bara ”walk around in nature”, sum tað stendur á “Visit Faroes”. Metár í Vága floghavn, metár í Mykisnesi, metár men eisini mettað. Í íslendska útvarpinum vóru í fyrradagin eini tíðindi av bygd: ein ferðamaður var farin inn á eitt innistikað øki, tað var ein flogbreyt. Hann hevði sett bilin frá sær og var farin inn at kanna eitt flagg, sum stóð á flogbreytini. Tá ið hann skuldi fara aftur í bilin, var portrið til økið stongt. Hann slapp ikki út. Eigarin segði, at tað kostaði 800 evrur at lata portrið upp. Ferðamaðurin hótti við løgreglu og annað. Ja segði bygdarmaðurin, ring tú bara. Hann helt ikki nógv av ferðafólki, sum gekk har og sneytaði. Ferðamaðurin noyddist at gjalda. Nógv í Íslandi hava tað so, tey eru æviga móð av ferðafólki, íslendingar halda seg púra burtur frá teimum flottastu fossunum og teimum søguríkastu plássunum. Birdwatching in the Faroe Islands does not necessarily require a lot of equipment. In places like Mykines, you can get close to birds like puffins, gannets and kittiwakes and birdwatching can be done easily with the naked eye. However, most birds do not allow such close observations, and in order to get satisfactory views of most birds we recommend the use of binoculars. Seven to 10 times magnification is good and will allow you to enjoy the birds in a different way than without binoculars. If you wish to do seawatching or watch birds at greater distances, a telescope is recommended. With a telescope, it is also possible to study breeding birds from a distance for longer periods without disturbing them. There are no watch towers dedicated to birdwatching in the Faroe Islands. As such, birding is mostly done by walking around in nature or by finding natural hills from where an area can be overlooked. Tykist sera stuttskygt bara at hyggja at einum grafi, sum er tal av ferðafólki. Aðrir grafar kundu verið, inntøka í bygdunum, niðurheglaður svørður. Just saying.
No comments:
Post a Comment