Sep 15, 2016

Skotland – partur av norðanlondum?

Tað var áhugavert at hoyra skotsku tíðindakvinnuna Leslie Riddoch  greiða frá støðu Skotlands í Bretlandi og í heiminum. So nógv av tí hon segði, var akkurát sum í Føroyum. Stýringin og ávirkanin úr London, tíðindaflutningurin: tey frætta ongantíð nakað úr Norðanlondum bara úr Amerika og onkuntíð úr Frankaríki, allir uttanlandskorrespondentarnir eru í London, tað tronga sporið.
maxresdefault
Skotland hevur ætlanir um at menna grøna orku, og landið hevur stak góðar fortreytir fyri aldu- vindorku til dømis, men London hevur stungið eina sneis í tað hjólið. Skotland hevur fleiri ferðir atkvøtt um og boðað frá, at landið er kjarnorkufrítt øki, London svaraði við at uppraðfesta Trident verkætlanina, sum hevur heimstað í Clyde í Skotlandi.
Hon kom inn á sera nógv viðurskifti eitt nú jarðeigarar í Skotlandi, sum frá heilt gamlari tíð hava forrættindi til jørðina. Spurd um SNP (Scottish National Party) hevur ætlanir um at gera eigaraviðurskiftini meiri rættvís, svaraði Leslie, at somu menn, sum sita á jørðini eru høvuðsstuðlar hjá SNP…so
Nógv fólk vóru og lurtaðu í NLH, og hugaligt at tað vóru nógv ung eisini.Og fleiri spurdu talaran um ymiskt.

Viðvíkjandi tí skandinaviska sambandinum segði hon, at tey longu hava hermt eftir skandinavum í onkrum, ókeypis skúlagongd, útibarnagarðar. Men viðurskiftini í Skotlandi eru so ólík Skandinavia, at tað verður torført at kopiera nakað av politisku skipanini. Hon legði serliga dent á tað ódemokratiska við skotsku kommunalu økjunum. At nærdemokratiið als ikki var til. Nå, men júst í hesum døgum hava vit jú hoyrt, at vit liva við eini grundlóg, sum føroyingar als ikki hava góðkent….so demokrati…tja.

 

http://www.thenational.scot/comment/lesley-riddoch-what-mighty-scotland-can-learn-from-the-tiny-faroes.22412

No comments:

Post a Comment