Í dag fóru vit sertakliga tíðliga á føtur, tí ferjan siglir 6.30, og ein skal møta ein tíma áðrenn. Tá ið vit vóru komin í land í Scrabster gekk leiðin suðureftir, og tað var sera vakurt at koyra suður. Pollamjørki sást í giljum, og so líðandi hvarv mjørkin, og vit sóu fjøll og líðir so skørp í tí fína lýsinum, hinumegin vatnið Loch Ness.
Vit koyrdu rættiliga leingi út í eitt, so tað kom væl við, tá ið Roar sang ein vakran sang fyri okkum og greiddi frá innihaldinum, fleiri ymiskar tulkingar vórðu havdar á lofti um “The Bonnie Banks of Loch Lomond”.
Vit sóu eina sýning inni í eini kirkju/klostri, útgrevsturin hevði leivdir frá 6-9 øld. Klostrið var grundað av tí kenda St. Columba, sum annars grundaði eitt klostur og helt til á oynni Iona, ja til víkingarnir komu og spiltu spælið.
Nú var tíðin komin til Loch Ness savnið, av ymsum grundum fór eg ikki á tað savnið, eg havi lisið nokso nógv um ta pátrúgv og tað hype, sum hevur fylgt hasum søgunum, eg hevði brúk fyri kaffi og tað kostaði at koma inn. Nei, eg tók eina mynd av Nessie uttanfyri og av einum kavbáti, sum teir hava brúkt at royna at finna skrímslið – í ramasta álvara?
Vit gistu við endan á Loch Ness, og um kvøldið var felags døgurði. VIt ótu : hjartarkjøt, laks á ertnapuré og creme brulé v/ísi.
Onkur tók orðið, m.a. greiddi Tóra Thóroddsdóttir frá skaldinum og náttúrufrøðinginum Jónasi Hallgímsson, sum doyði í Keypmannahavn ikki 40 ára gamal. Síðani sungu vit “Nú andar suðrið..” Páll Isholm tók eisini orðið, Eilin og Niels sungu Cohen, og Niels sang vísur av tí meiri lættara slagnum fyri okkum. Petur Martin nýtti høvið at takka fyri túrin. Eitt heilt kilt lá til pynt á borðinum, vavt um ljósastakan.
No comments:
Post a Comment