Hetta var útsýnið, eg vaknaði til 19.09.16. Aftur ein góður veðurdagur, sum sagt vóru vit so ógemeina heppin við veðri.
Tað serliga við morgunmatinum í Kirkwall var, at her var ostur Fyrst á skránni var sjálvandi Magnusardómkirkjan. Og hon var heilt einastandandi. Ein fær ivaleyst betri myndir við google leiting, enn eg fái latið. Kirkjan fyllir nógv í tí lítla býnum, og hon er teirra stoltleiki og verður hildin væl, 200.000 pund um árið pluss pengar til størri ábøtur. Kirkjan er frá 1137 og er til minnis um Magnus Erlendsson, jall í Orknoyggjum. 120.000 fólk vitja kirkjuna árliga.
Vit hoyrdu eina konsert í kirkjuni, tað vóru Niels og Eilin, sum sungu “Faðirvár” eftir Mikkjal á Ryggi. Vit vóru nevniliga so heppin, at Niels og Eilin høvdu kombinerað útferðina við eini konsertferð, tey høvdu eitt sindur meiri at gera enn vit onnur, men tað var eitt upplivilsi at hoyra Mikkjal á Ryggi á føroyskum í Magnusarkatedralinum.
Nú gekk leiðin á museum, sera áhugavert. Stórt museum mitt í býnum, savnið helt til í einum húsum í fleiri hæddum, og tey ymsu tíðarskeiðini vóru hvørt á sínari hædd. Á myndini niðanfyri er ein kommoda ætlað til skeyti, kanska hon hevur verið á eini skrivstovu, ella ein privatmaður hevur átt so nógvar ymiskar traðir, jarðir og garðar, at hann mátti bíleggja eina kommodu til skeytini?
Eitt hæddarpunkt var vitjanin á Highland Park whiskey distillarínum. Fingu einá góða rundvísing við ferðaleiðara alt um korn, torv, goymslu, tunnur og so fram eftir gøtuni. Men eg helt at smakkiroyndin var beista lítil. Tey høvdu handil, sum øll turistastøð hava. Go on! Smell it! Andrea tók hann upp á orðið.
Torvið sá meira út sum torvmold, haldi teir gomlu høvdu rist við høvdinum at hesi rúgvuni.
Men, men væl smakkar. Um tað er 30 ella 31 ár, sum tað verður komandi ár, sum Niels tók til.
Amnars var hetta ein deiliga róligur dagur, høvdu stundir at sita og drekka kaffi úti og hyggja í handlar. Eg keypti tógv, á einum noða stóð, at hetta tógvið var av ull av seyði, sum hevði etið tara, aja.
No comments:
Post a Comment