Sep 26, 2016

Orkneyoyggjar / 5. dagur. Scapa Flow og Skara Brae

Í dag var nógv á skránni, m.a.  høvuðsattraktiónin Scara Brae.
Fyrst koyrdu vit til Scapa Flow, sum er ein vík sunnantil á Mainland. Her høvdu tey flotastøð undir krígnum. Her høvdu tey eisini krígsfangar. Og tað vóru italskir krígsfangar, sum bygdu tað, sum nú eitur italska kapellið. Eitt lítið fitt kapell bygt í eini barakk. Teir hava nokk longst eftir sínum katólsku kirkjum og siðum og følt nakað av troyst við at gera hetta lítla kapellið so vakurt sum møguligt við tí tilfari, teir høvdu.
DSC04545
DSC04555
DSC04552DSC04554
Roar greiddi frá, at í Scapa Flow lógu eisini týsk herskip eftir kríggið, teirra ovasti helt, at bretar fóru at taka skipini og fáa nyttu úr teimum, so hann gav boð um at søkkja skipini. Kavarar koma langvegis frá at kava niður til skipsvrak her.
Vit vitjaðu tvinnanda “Ring of Stones”: Ring of Brodcar og Ring of Stenness. Hesir fleiri túsundára gomlu offurstaðir fáa teg at øtast og undrast. Hvønn offraðu tey til, og hvat offraðu tey? Plássini verða sera nógv vitjað, og stik og reglur halda ferðafólkum upp á pláss.
DSC04566
u
DSC04574
Bygdin Scara Brae er flottasti útgrevsturin. Ein bygd eldri enn Pompeji, eldri enn Giza pyramida og Salamons tempul! Framsýningin ger ´tað greitt, at nú gongur tú aftur í tíð, merki standa við gøtuna, hvar í tíð tú nú ert stødd:
DSC04583DSC04598
Ein heil bygd á vesturstrondini á Mainland, 8 hús við songum, eldstað og gøtum húsanna millum. Eitt av húsunum er eitt verkstað. Tey tíðarfesta bygdina til 3000 f. Kr.
DSC04592
DSC04596
Vit vitjaðu síðani ein stóran gravheyg í Maeshov, hann var frá forsøguligari tíð, men hevði eisini víkingamerki, eitt nú vóru nógvar rúnir funnar í veggjunum.
DSC04603
DSC04601
Nú gekk leiðin til Birsay, har ið leivdir eru frá piktiskari tíð og víkingatíð og kristnari tíð. Steffen greiddi frá og bar saman við Lorvík og Kvívik. Men tað er rættiliga torført at fata, serliga partar, sum ikki eru at síggja longur og rekonstruktiónir sum eru misskiljingar. Men vit vóru mest spent upp á at skula vassa yvir til eina oyggj! Men so var tsað góð fjøra, og vit vóðu turrskødd. Høvdingasetrið her eitur sætið hjá Torfinni jalli. Men her hevur eisini verið kirkja og klostur og munkarnir hava framleitt bøkur.
DSC04610
DSC04613
Hetta var ein langur dagur, so nú var gott at seta seg eina løtu í góðum selskapi. Vit ótu á The Shore (æt tað ikki soleiðis Heri?) og studeraðu whiskeymentanina nakað.
DSC04621DSC04625
DSC04619DSC04621
DSC04618DSC04623

No comments:

Post a Comment