Sep 29, 2016

Skotland, Orkneyoyggjar / heimferðardagur

 

Hesin síðsti bloggurin er um  fólk, sum gjørdu hesa ferð møguliga. Steffen og Brynhild eru eitt fínt toymi. Formur og innihald skula passa saman. Skráin var pakkað, men ikki ov pakkað, ein skal jú ikki ganga og keða seg. Brynhild syrgdi fyri, at vit høvdu góð gististøð, at øll komu við í bussin eisini tey, sum kanska høvdu gloymt ella slómaðu aftaná.

Steffen veit sera nógv og er væl kendur á leiðini. Hann kunnaði okkum ikki bara við fornfrøði, men eisini við tónleik, sum hann introduseraði og spældi í bussinum. Skotskan tónleik sjálvandi. Tað er ein fongur at hava sín egna fornfrøðing, heilt øðrvísi enn at hava turistaguide, sum ikki hevur eina vísindaliga avbalanseraða tilgongd.

DSC04761

Roar situr og sýpur. Roar hevði fleiri ferðir bussundirhald. Hann sang fyri okkum, og hann sang fyri. Hann helt eisini fyrilestur um miðaldarlóg og um støðuna í Scapa flow undir krígnum.

DSC04536DSC04482

DSC04419

DSC04696

DSC04698

Og Heri skemtarin yvir øllum, sum gjørdi busstúrin til eitt upplivilsi.

DSC04699

No comments:

Post a Comment