Í ár fekk eg allar genturnar heim, tær komu eina viku og tvær vikur í part, so at tær sóust tvær og tvær, og eg fekk allar fyri meg sjálva nakrar dagar.
Vit hildu bindiklubb á Suðuroyavegnum, tað hendir altíð nógv , tá ið FS er heima
Frida Sofía var við til sjónleikin “Havfrúgvin”, vit vóru ein túr í Dali og hon var í konfirmatión hjá guðsoninum og vóru til eplafestival í Trøðum á Sandi.
Sólrun drønaði norð til Gjáar, tíverri var hon ov sein til sjálvan raksturin, men hon var hjálparfólk í flettingini. Hon tók eina ær við til Havcnar og mól til fars, og hon betrekti stólarnar hjá mær. Tað hendir altíð nógv, tá ið Sólrun er heima.
Hon var við í føðingardag hjá Tyrna, og hon kom til Dals at hjálpa Turið og Halli við at fletta.
So kom dagurin tá ið tey smáu komu heim at vitja, tey steðga í 14 dagar, og omman er glað!
Tey komu til Føroya fríggjakvøld og brendu suður til Dals leygarmorgun. Eitt er at gera, og annað ikki at forsøma!
No comments:
Post a Comment