Tann amerikanska grýluveitslan er mánadagin, og frítíðarskúlin hjá Herbert bjóðaði foreldrum og systkjum til Halloween. Turið hevði bjóðað seg til at baka eina kaku. Kakan skuldi vera óhugnalig, so Turið gjørdi ein kirkjugarð, illa røktar gravir, skøltar og annað.
Beinagrindarpartarnir eru úr fondant, formurin var eitt ark av plast.
Gravsteinarnir vóru finskbreyð, pyntað við glasing.
Sjálvur kirkjugarðurin var ein vanlig sjokoskuffukaka. Hon varð flakt og bein stroydd ímillum, hugskotið var at tá ið tú skar í hana komst tú niður á bein. Men tey vóru øll upployst.áðrenn kakan var skorin.
The living dead.
Kristina skuldi vera eiturkoppur, men ræddist seg sjálva í eiturkoppabúna, so.
No comments:
Post a Comment