Eitt so frálíka hugnalig kvøld uppi hjá Brynhild. Eina sera góða máltíð og deiligt prát. Fleiri hildu, at bókin minti um “Angela’s Ashes”, onkur helt, at hon var bara ikki so væl skrivað sum tann írska.
Bókin er endurminningar hjá journalistinum Jeanette Walls í New York.
Hennara barndómur var í eini familju, sum var heimleys, kann mann gott siga. Tey búðu eina stutta tíð í hvørjum stað, í næstan niðurdotnum húsum við rottum og fukti. Og tá ið rokningarnar komu ov tíðugt, so rýmdu tey – ofta mitt um náttina, flýddu.
Men foreldrini sóu tað ikki sum eina flýggjan, tey søgdu, at nú var tíðin komin at finna nýggj ævintýr. Mamman málaði myndir, og hvørja ferð tey komu til eitt nýtt stað, skuldi hon hava eitt atelier innrættað, handbókasavn, lørift o.a. Pápin hevði onkuntíð arbeiði, men var ofta arbeiðsleysur og drakk illa. Foreldrini sóu ikki seg sjálv sum fátæk ella løgin ella óhóskandi foreldur. Tey vóru mentað, børnini læntu nógvar bøkur á bókasavninum, og foreldrini eggjaðu teimum at sláa upp í leksikon. Pápin segði teimum søgur um heimsins undur, og greiddi teimum frá sínum uppfinningum. Og pápin kyndi í teimum vónina, sum altíð var ein partur av teimum: at einaferð fór hann at byggja glasslottið, og hann vísti teimum tekningarnar. Eini jól vóru ikki pengar til jólagávur, so pápin tók børnini út í tún og bað tey velja sær eina stjørnu, tað var teirra jólagáva. Foreldrini hava valt at liva uttan fyri samfelagsins rammur, men eru resursusterk og ala sterk børn.
Uttanífrá sær familjan út sum eitt vanlukkuligt projekt. Børnini ganga fyri vág og vind, finna mat sjálvi ella hungra, sova í pappeskjum. Skúlagongdin er sum harragud veit, og allastaðni verða tey happað, tí tey eru fátæk ólukkudýr. Foreldrini eru sera egoistisk. Mamman hevur læraraeksamiu, men vil ikki arbeiða, hon vil mála og lesa bøkur.
Men allan vegin ígjøgnum tekstin er ein fyrigevandi, kærleiksfullur, vóngóður tóni. Mamman og pápin hava nógv góð ráð til børnini og altíð svar klár. Tá ið bókin endar, er mamman enn heimleys og gongur í gøtunum í New York, hon vil ikki hava hjálp frá dóttrini til eina íbúð, henni dámar lívsstílin at leita í ruski eftir nýtiligum tingum og búgva í bygningum, sum skula rívast niður.
No comments:
Post a Comment