Sep 5, 2016

Harper Lee: Go set a Watchman

 

Bókin er framhald av “To Kill a Mockingbird”, men nógv ár eru farin í millum báðar bøkurnar. Og bókin er upprunaliga skrivað, áðrenn “To Kill a Mocking Bird”, sum vit kenna sum eina bók um rasismu og um eina rættarsak, har høvuðspersónurin er verji hjá einum svørtum manni, sum er ósekur, sum dømi um bardagan um mannarættindi í USA. Ikki fyrr enn á síðu hundrað í hesi seinnu kemur tað temað ordiliga fram. Jean Louise er komin heim at vitja – hon býr í New York. Vit fáa innlit í hennara barndóm í Maycomb. Hon og beiggin Jem vaksa upp hjá sínum frísinnaða og fordómaleysa pápa Atticus og hansara svørtu húshaldirsku Calpurniu.

untitled

Nú er tað ein sunnudag, at pápin og Henry, sum er forelskaður í Jean Louisu og hevur verið tað í nógv ár, skula á fund í bygdarhúsinum, tá finnur JL av tilvild ein bókling, har hon sær øll tey hvítu haturfullu og øru argumentini fyri, at svørt eru minni verd enn hvít. Hon verður so vónsvikin, drønar í samkomuhúsið og sær har pápa sín saman við teimum ringastu rasistunum í býnum. Hon ætlar at rýma úr bygdini og aldrin koma aftur. So kemur ein partur við frágreiðingum um politikk í suðurstatunum, tað er ikki sum í New York. Pápin og pápabeiggin royna at greiða JL frá hesum. Pápabeiggin hevur eina langa søguliga útgreining m.a. um borgarakríggið, hann sær støðuna nú (1954) sum eitt nýtt borgarakríggj. Suðurstatirnir fáa ikki góðtikið, at hægstirættur tekur avgerð um, at rasusundurskiljing er ólógligt. Tað er sera torført hjá JL (og lesaranum) at skilja støðu teirra hvítu í rasuspurningum.

untitled23

Eitt rættarmál verður eisini nevnt í hesi bókini, ein ommusonur Calpurniu hevur rent á ein mann, og maðurin doyði. Henry, sum er hjálparmaður Atticusar heldur, at teir kunna ikki taka sakina, men Atticus sigur, at sjálvandi taka teir sakina.

Eitt tema í bókini er suðurstatspolitikkurin sum mótsetningur til lívið í New York. Vit ógvast av hugburðinum hjá Alexandru fastur og damunum, sum eru komnar til seinnapartstemunn. Men bókin roynir at greiða frá, at tað er ikki einfalt at vera ímóti rasuskilnað, um tú býrt og virkar í Alabama

Tí so segði Harrin við meg: Far og set úr varðmann, hann skal boða frá tí hann sær (JES. 21.6). Hetta er heitið á bókini. Atticus er á fundinum sum varðmaður. Hann er so at siga ”undercover” stríðsmaður. Vit fáa tíverri ikki at vita, hvussu verður millum JL og Henry, heldur ikki hvussu varð við sakini hjá ommusoni Cal.

No comments:

Post a Comment