Í morgun fingu vit góðan morgunmat, og ellisforsetin Kjartan Mørkøre og konan Elin vóru væl fyri, tá ið vit løgdu avstað kl. 8. Á myndini síggjast Kjartan og Andrea.
Var tað vakurt at koyra í gjár, so var tað uppaftur vakrari í dag (22. sept. 2016). Tíverri eru myndirnar ikki so góðar, sum tær kundu verið. Tær eru tiknar , meðan vit koyra, men sjálvt hesar tveydimensionalu eyðmjúku endurgevingar eru vakrar.
Tá ið tú koyrir í hálendinum í Skotlandi, mást tú hugsa um teir bøndur og uppisitarar, sum vórðu riknir frá húsi og heimi við harðskapi og eldáseting.
“The clearing of Strathnaver in Sutherland is a perfect example. In 14 days in May 1814, 430 people were evicted and forced to move to Brora on the coast where they were to become fishermen. Sellar himself personally directed the clearances. To force the people to move, the roofs of their houses were often pulled down and the roof trees set alight to stop rebuilding. He was later tried and acquitted of the murder of some of the elderly evicted tenants.”
Vit hava í øðrum bloggi hoyrt um Dunrobin slottið, og vit kenna nøvnini aftur Strathnaver og Sutherland. Teir noyddu fólk úr sínum húsum, so at teir fingu havt meiri seyð, tí ullarprísurin var so góður. Fólkið skuldi so flyta út til sjógvin og fáa sær annað arbeiði.
Í dag er tað Stirling Castle, aftur eitt flott slott.
Og her hava tey gjørt køkin til savn eisini, tað var ein mega stórur køkur við bakaríi, slaktaríi og øðrum. Savnið var eitt sokallað livandi savn, har sjónleikarar spældu tey fólk sum hava arbeitt á slottinum. T.d. arbeiddi Karl í køkinum:
Vit hittu eitt av reingerðarfólkunum og eina hofdamu, tær vóru báðar tíðindafróar og vitandi.
Sum ferðafólk varnast tú eisini vesiviðurskiftini, og tey vóru góð í Skotlandi. Einastaðni skuldi tú gjalda fyri at pissa, men so vóru eisini nýhentaðar blómur á reinum vesi. Thumbs up!
Steffen hevur víst okkum so nógvar steinar nú, at vit verða steinør Ná men Einstein vísti okkum so á kirkjuna í Glasgow við Govan steinunum. Áhugavert sum altíð. Tó at onkur mátt lííííka shoppa eitt sindur, og onkur taka pengar út.
Á nei! í kvøld er síðsta kvøld, hvar skula vit eta? hvør kemur við? Vit vóru 11 til borðs, og tað var ikki keðiligt! Eg var so heppin at sita yvir av stand-up ella sit-down skemtaranum Hera og tí altíð blíða og smílandi prestinum og Elin, og undir liðini hevði eg mín góða vin Karl og hinumegin Andreu. Henda myndin sýnir, at tað var stuttligt. Tað lær hvør kjøtbiti á presti, nú ið Heri hermir eftir Hera presti, og skjýtur upp, at Heri og Heri kunna gera eitt blað saman, tað skal eita Herablaðið
No comments:
Post a Comment