Vit eru heppin at hava Ingu Rósu sum tilhaldshús í Reykjavík. Einsýna góður blíðskapur og hjartarúm bæði hjá Ingu Rósu og Guðny. Vit báðar Madeleine vóru eina viku í Reykjavík. Hvønn dag vóru vit uppá fartin, Guðny koyrdi okkum biltúrar og Madeleine og Kári hugnaðu sær saman. Vit vitjaðu 4 hyljar, vóru Gylta ringin, Madeleine og Kári fóru at ríða og vit vitjaðu Gosfjalla húsið og sóu filmar um eldgos í Íslandi.
Tann gylti ringurin er : Tingvøllir, Geysir og Gullfossur. Ein frálíkur túrur. Og Guðny er góð leiðsøgukona, hon visti um eitt serligt ísstað. Ein ísbúð við stórum vindeygum út í fjósið, har kýrnar, sum lata mjólkina til ísin ganga so friðarligar.
Fluguplágan varð bast við serstøkum høvuðbúna
Øxaráfossur
Øxará
Ísbúðin í fjósinum, vit hóma eina kúgv gjøgnum rútin.
Gullfossur er altíð eina vitjan verdur, í øllum veðri
Hugnaliga á Neshaga
Hveragerði í fagrasta blóma, her halda Eldhestar til, og tey bæði lótu væl at ríðitúrinum. Vit vóru eisini í svimjihylinum í Hveragerði, og so sóu vit dysrtin millum Belgia og Japan! Vit fóru inn á eitt hotell at hyggja í sjónvarp, har sótu tveir japanarar við siðina av. Teir hildu væl til standa , tá ið støðan var 2-0 til Japan, men so kollveltist alt teir síðstu minuttirnar og tey síðstu sekundini - stuttligt.
Í Reykjavík eru næstan eingir íslendingar.
Minkamamman hevur 4 ungar.
Hendan myndin er uttan fyri Perluna, vit vóru á "Út í bláinn" og fingu okkum døgurða.
Madeleine situr á Sólfara
No comments:
Post a Comment