Jul 26, 2018

40 ár seinni

Fyri 40 árum síðani fylti Marita 30 ár. Marita er av Skála, hon býr í Danmark, har dóttirin Tove eisini býr. Vit síggjast ikki ofta, men onkuntíð av og á. Hon vitjar í Føroyum á hvørjum ári, men hon og Tove eru mest á Skála, tá ið tær eru her.

Vit vóru øll boðin í 30 ára føðingardag í 1978, og ein sangur var yrktur til høvið. Anne Lise hevði funnið hann fram, og vit sungu hann aftur nú í 2018. Lagið er "Kalle Petrersen", Væl og virðiliga tók hon høvuðsfak/nú er sloppið - hon er næstan ein cand.mag/ Kanska fáa vit í summar ein heilt lidnan kandidat/ Júmen Marita, tú hevur jú format! Sum vit vóru fitt og ósek fyri 40 árum síðani. Ja, Marita hevur format, hon bleiv steudentaskúlalærari og lærugreinirnar eru søga og latín. Marita var eisini lestrarvegleiðari í nógv ár á Skt. Annæ gymnasium. Maritu dámar væl at ferðast, og hon hevur abonnement til tónleikaframførslur, so sera vitandi og væl orienterað. Vit mega ikki gloyma tað dygdararbeiði, hon hevur lagt í uppalingina av Tove, sum hevur havt sertørv á øllum økjum. Marita er eitt dygdarfólk í allar mátar.

Marita vitjar 2004

Vit vitja Maritu 2007
Stuttligt at minnast á góðar dagar á Sólbakkanum. Marita hevur ein serstakliga góðan  mat og vínsans, at vera boðin til borðs hjá Maritu er eitt satt njótilsi. Vit onnur keyptu allan okkara mat hjá Madsen, sum var okkara lokala supermarket, Marita hevði sín egna ostamann, sín egna slaktara á Koltorginum og keypti bara breyð frá Van Hauen. Og dear, og hon klipti sær altíð hjá Stuhr. Eg hugsi, kanska hon hevur spart onkra aðrastaðni :)


Í dag vóru vit boðin í Skeiva pakkhús, og tað var eisini eitt njótilsi. Vit fingu fiskasúpan og laksasalat ella høsnasalat, ein sera góð máltíð. Og tað var deiligt at síggja Maritu aftur, hon sær brandgott út, heldur linjuna, heldur hárið.





Myndin er ikki so góð, sum hon kundi verið, Marjun er næstan vekk, og høvuðspersónurin sæst ov illa,  kanska Jórunnsa er betri.

Góða Marita! Hjartans takk fyri ein deiligan seinnapart. Síggjast!


No comments:

Post a Comment