Feb 21, 2018

Týsdagur 20. feb., mikudagur 21. februar


Eg fór við hotellbussinum á ríkissjúkrahúsið, so ómakaleyst. Uppgongd 3, hædd 14, deild 2. Nú vísti tað seg so, at eg var næstan ein tíma ov sein, men í mínum brævi stóð kl. 8.00, í einum øðrum pappíri stóð 7.00, og eg var tann fyrsta sum skuldi inn. Men eg bleiv so flytt og kom inn sum nummar tvey. Kanningin av kranspulsæðrini er ikki pínufull, bara óbehagilig. Tey geva tær pínustillandi alla tíðina. Tað vóru bara konufólk hjástødd, læknar og sjúkrasystrar. Eitt katetur verður stungið upp gjøgnum pulsæðrina í skøvninginum og heilt upp til hjartað. So sæst á einum skíggja, hvussu hjartað pumpar. Nú, tað vísti seg at tað sást ikki nóg væl á myndunum, og trýstmátingarnar vóru ikki eftirfarandi, tí at æðrin lá so kronglað. Ein onnur kanning, ein skanning bleiv so bestilt, og hepna eg, hon kundi gerast beinanvegin dagin eftir.


So var eingin grund til at fara heim ímillum. Um kvøldið fekk eg gestir, Bergur var akkurát komin av ferð í Íslandi, Lisa hevði verið ørindi fyri meg. Deiligt at hava familju í Kbh. og tey høvdu foreldrini við.


Mikumorgun kl. 9.00 var so hjartaskanning á skránni, og tað var ein annar glimurdansur!  Eitt venflon hvørjumegin, blóðtrýstapparat klárt. Tær fyrstu myndirnar vóru við sokallaðum sporstoffi, og tað føldi eg ikki. Men tær næstu myndirnar vóru við heiligvág, sum belastar hjartað. Tað svarar til at súkkla móti brekkuni í nógvum vindi, og tað havi eg aldrin gjørt og ætli mær heldur ikki. Halt kipp also, høvdið stóð at bresta, súsaði í oyrunum, vinstri armur deyður, trýst í bringuni. Og so var tað svarið, nær tað mundi fara at koma. Hepna eg, tað kom beinanvegin og....wait for it..... tað var ikki neyðugt við ballónvíðkan. Nú var middagur og nóg mikið av tíð at fáa ferðaseðil til mikukvøld.


Sóljubussin úr Venøgade út í Kastrup.

Og nú er mikukvøld, og eg eri á Suðuroyavegnum. Takksom fyri effektivt heilsuverk.


No comments:

Post a Comment