Mynd tikin í desember í fjør.
Systkinabarn okkara Símun av Skarði er farin. Eg havi altíð kent Símun, og vit sóust nógv, tá ið vit vóru børn, og familjurnar vóru tættar. Símun og tey búðu eitt skifti í Grønlandi (í Havn) akkurát sum vit.
Símunsa høvuðsáhugi og høvuðsarbeiði alt lívið var mál. Vit høvdu felags áhugamál, hann var virkin í tí føroyska skúlanum í Keypmannahavn, tann tíð tað var. Eitt skifti sótu vit í nevnd saman í Móðurmálslærarafelagnum, og í 1990 skipaðu vit fyri einari stórari norðurlendskari ráðstevnu fyri móðurmálslærarar á skúlaheiminum við Marknagilsvegin. Á hesari myndini prátar Símun við Turið og Hallgerð, sum eisini var í nevndini, vit fara útferð við gestunum
Á hesari myndini situr Símun og ger mappurnar klárar til ráðstevnugestirnar. Hann var ein ómetandi kraft at hava í hópinum, bæði til tað fakliga og tað sosiala, sum altíð er ein stórur partur, tá ið vit hava útlendskar gestir.
Símun og Súsan fluttu til Sands at búgva, og har suðuri vóru tey sera virkin í skúla og mentan. Tað var ein fongur hjá Sands bygd at hava Súsan í listasavninum við hennara listarligu vitan og og stóra áhuga.
Nú ið hann og Súsan vóru flutt til Havnar, sóust vit onkuntíð. Vit prátaðu um tey brøv, sum hann hevði í varðveitslu, sum abbi og Bergljótmostir og onnur hava skrivað, og sum Jóannes mammubeiggi hevur goymt. Tað lá Símuni á hjarta, at brøvini verða varðveitt og granskað og koma til sín rætt.
Prestur hevði líkasum navnið á Símuni í miðdepli, tá ið hann byrjaði sína talu. Tað høvdu vit eisini henda dagin í 2015, tá ið allir Símunarnir (uttan tann hjá Elsu Jóhonnu í Kanada) vórðu avmyndaðir í háskúlatúninum.
Ein so sera hátiðarlig og vøkur jarðarferð. Kirkjan var full, nógv fólk vóru komin úr Sandoynni at fylgja Símuni, nógv lærarafólk, forlagsfólk og gamlir næmingar.. Sera vakur solosangur setti dám á løtuna, og eisini góður felagssangur í kirkjuni.
Góða Súsan, Sanna, Aleksandra, Oyvindur, Jákup og tit øll. Vit goyma tey góðu minnini.
No comments:
Post a Comment