Det norska teatret er stovnað í 1912 nøkur ár eftir Nationaltheatret. Endamálið var at spæla leikir á nýnorskum. Sjónleikarhúsið hjá teimum er frá 1985, tað er í Kristians 4. gøtu mitt í Oslo. At staðseta málleikhúsið í Oslo í 1912 var ein sera medvitað gerð, tí at tað var har danska embætismansstættin var samlað.
Hulda og Arne Garborg vóru teirra millum, sum vildu fremja nýnorskt. Í sjónleikarhúsinum eru
bringumyndir av fleiri av teimum kendu nýnorskthøvundunum t.d. Tarjei Vesaas og Ivar Aasen, og í seinnu tíð hava tey spælt tekstir hjá Jon Fosse.
![]() |
| stásiligan bygning mitt í Oslo við fleiri pøllum |
![]() |
| tey skipa eiisni fyri mentanarkvøldum og øðrum tiltøkum |
![]() |
| fyrlestrarsalur/foyer |
![]() |
| Asbjørn Høglund: Dreymkvæðið (1985), hongur uppi undir loftinum |
Leikurin, eg sá frumsýningina av, var Medmenneske (1929) hjá Olav Duun. Tá ið eg kom hagar hetta kvøldið, var ein samkoma, har ið talari tosaði um Olav Duun, sum Sigrid Undset kallaði Noregs størsta skald.
Leikurin snýr seg um eina familju. Eitt eldri par, eitt yngri par og eina gamla fastur (Kvitugla) á loftnum. Temað er óndskapur, og tann eldri maðurin Didrik umboðar hann. Hann er harðligur, sjálvsøkin, lumpar og lýgur. Sonarkonan Ragnhild er góðheitin sjálv, vil hjálpa øllum, mild og fyrigevandi. Men so hendir tað, at Ragnhild hevur fingið nokk av verpápanum og hansara kúgandi atferð. Hon drepur hann vð einari øks, og hon gera tað fyri Hákunsa skyld, Hákun er maður hennara. Men eru tey óndu ikki eisini medmenniskju? Og sum Olav Duun sigur, mann kann ikki drepa óndskap við øks.




No comments:
Post a Comment