Jul 1, 2016

IT vinna

Ram Development v/Halli H. Johannessen hevur ment eina skipan til kommunulæknaviðtalur í Havn. Ta skipanina hava teir í FORMULA sæð og kannað í læknaviðtalu í Havn, síðani hava teir selt eina meinlíka heimasíðuloysn til Klaksvíkar kommunu, sum nú hevur verið í ÚF og reypað av síni nýskapandi heimasíðuloysn, sum Formula hevur gjørt. Útvarp Føroya hevði kanska onga grund til at spyrja nærri, t.d. spyrja um, hvørjar aðrar heimasíður trivnaðarstjórin í Kl. kommunu sipaði til, sum kanska ikki vóru so tryggar. Eg meini tað.

Tvey orð um nýskapandi læknaviðtaluportalar


Í farnu viku frættist at Klaksvíkar kommuna tendraði ein nýggjan, slóðbrotandi læknaviðtaluportal. Hetta er sjálvandi at fegnast um og sjálvi hava vit alt gott at bera slíkum, einføldum tænastum.
Spyr bara tey túsundtals fólkini, ið síðan 2013 hava verið knýtt at 8 kommunulæknum, í ávikavíst Læknahúsinum í Gundadali og Læknaviðtaluni í Miðlon.
Skipanin, ið varð ment longu í 2012, hevur virkað stak væl og helst hevur hon verið íblástur til tøkniliga frambrotið hjá Formula, tí tær eru meinlíkar – í funkum eins væl og sniði.
Skipanin til báðar læknaviðtalurnar sæst her:
www.laknarmidlon.fo
www.laknargundadalur.fo
Skipanin, ið Klaksvíkar kommuna hevur sett í verk sæst her:
www.laknarklaksvik.fo
At ein slík skipan sigst vera nýskapandi, tulka vit ósmæðið sum eitt herðaklapp; tó so halda vit tað vera at taka ov rívan til. Tí hóast portalurin var nýskapandi, tá Ram Development saman við serkunnleika innan øki menti hann í 2013, so hevur skipanin verið ein partur av gerandisdegnum hjá túsundstals fólkum seinastu trý árini.
Samanumtikið er tað gleðiligt, at ein av størstu kommunum í landinum hevur tikið hetta stigið, sum vit meta vera ein sjálvsagdur lutur í dagsins framkomna samfelag.
Hallur Holm Johannessen
www.ramdevelopment.fo










No comments:

Post a Comment