Tað er ein koming og faring alla tíðina, góðan dag, farvæl, klemm klemm, muss muss. Soleiðis er summarið í Føroyum, eg var í Íslandi , og FS kom til Føroyar, IR og Guðný komu, Leyvoy kom, Turið og Hallur fóru, FS og børnini fóru, IR og Guðny fóru. Og so renna runt at heilsa uppá, ganga fjøll og uppdatera familjuviðurskifti.
Mathias er í Danmark og Sigri er í Spania og gongur Jákupsvegin.
Sanna hjá Elsumostur er heima og ferðast. Og í Eiriksgøtu eru diddurnar hjá Marju og Briani.
Ein túr til Dals, má mann fara.
Í Leivgøtu er altíð deiligt at koma.
Og so á flog aftur, Lív Rósa fer við til Belgia ein túr.
Stórur dagur hjá Shahin og Elly í dag, øll fýra børnini vóru við.
Yngsta í familjuni kemur her at enda, Andrea og Niklas Pætur eiga hesa praktfullu didduna.
No comments:
Post a Comment