Jul 4, 2016

Kærkomin gestur

Lisa var heima eina viku. Vit høvdu tað gott saman, gingu túrar og vóru á matstovu. Nú havi eg prøvað “Ræst”. Jú jú, tað smakkaði fínt, men er fyrst og fremst til ferðafólk. Sum føroyingur fekst tú bæði ov lítið og ov nógv av hesum ymiska. Maturin er autentiskur, ikki rivin ræstur fiskur við timian ella bótarurt, nei, kókaður fiskur og epli og garnatálg. Smakkaði væl, men, ja. Tey hava so stuttliga laboratoriukaffikannu á “Ræst”.
DSC03183
Vit gingu rossagøtuna ein morgun, og ein annan morgun fóru vit til Hoyvíkar. Tá ið vit vóru á veg aftur í Hoydalar, fóru vit inn til Símun og Sigrid, altíð eitt gott prát at fáa har.
DSC03160
Ein morgun fóru vit inn á gólvið hjá Ruby og Tórði, stuttligt at síggja tey.DSC03190
Lisa var eisini nógv saman við børnunum hjá Turið, fór eftir teimum, fór at svimja við teimum, gjørdi málningar saman við teimum og svav saman við teimum.DSC03180
Takksom at ommubørnini gerast  ábyrgdarfull, hjáplsom og blíð vaksin.

No comments:

Post a Comment