Her í íbúðini er gott at sova, eg fór upp 9.30, og tá hevði Margreta kókað egg og borðreitt, luksuslív. Síðani var dansivenjing, og tað var í einari av íbúðunum, sera hugnaligt. Og gloym ikki sangvenjing, til norðurlendskt sangkvøld í kvøld er evnið fuglar, so vit hava nógv gott tilfar at taka av.
Men stevnutiltøk vóru ikki fyrr enn um kvøldið, so eg og Margreta fóru í býin ein túr, vit høvdu okkurt ørindi at gera, og annars skuldu vit hyggja okkum um. Fyrst fóru vit í Mál og menning, har keyptu vit onkrar bøkur og fingu okkum kaffi. Síðani fóru vit Laugavegin á tamb, duttu inn í onkran handil her og har.
Eitt stopp gjørdu við í Søgusavninum í Aðalstræti, har varð landnámssøgan søgd og høvuðsframsýningin var tað langhúsið, sum teir funnu har mitt í býnum stutt síðani.
Vit hittu Fríðbjørg og Gudmund á Ingolfstorgi, tey sótu so hugnalig og lótu matin sodna.
Síðani fóru vit á Grandagarð at hyggja eftir sýningini um toskastríðið. Tað var sera áhugavert at síggja, hvussu íslendingar hava dugað at staðið saman í stríðnum og hvussu teir gera sýningar og skapa og varðveita mytur.
Yrkingin minnir meg á “Miðamannin” hjá Sigurð Joensen, har hann sigur, at betra helvtin av Føroyum er “niðan sjóvar””", also undir sjónum.
Seinnapartin vóru vit í føðingardag hjá Amandu, har var alt gott at fáa at eta og drekka.
Allur hópurin fór í Grafarvog at eta døgurða, og so at syngja norðurlendskar sangir saman. Tað tiltakið bleiv nógv longri enn ætlað, har vantaði stýring og stjórn. Hvørt land fekk alt ov langa tíð, fleiri sangir komu upp í saman. Tað var sera strævið at sita og syngja so leingi.. Aftaná var meiningin, at almennur føroyskur dansur skuldi vera, men vit skuldu náa bussin, so tað bleiv bara til herr Sinklar beint har. Tað gekk væl, og nøkur komu uppí.
No comments:
Post a Comment