Tá ið morgunmaturin var etin, tóku vit alt okkara habengut og fóru í bussin. Leiðin gekk nú til Borg á Mýrum, og pílagrímsevni hesa ferð var sjálvsagt Egil Skallagrímson , maðurin, sum yrkti sína fyrstu yrking 3 ára gamal og drap fyrstu ferð 6 ára gamal. Á Borg eru fleiri minnismerki um Egil, fremst teirra millum er Sonatorrek, sum eitur so eftir yrkingini, sum Egil yrkti í síni sorg, tá ið hann hevði mist synirnar. Bjarni gav okkum eina sera áhugaverda útlegging av standmyndini, og Fríðbjørg hevði eina áhugaverda samanbering við “The Touch” hjá Michelangelo.
Næsta stopp var Borgarnes, har vit hoyrdu søguna um trælkonuna Brák, sum bjargaði Egili umdan pápa hansara Skallagrími. Menninir í familjuni hava verið nakað snarsintir. Ein og Grettir var Egil eygnasteinur mammu sínar.
Nú var so Reykjavík fyri stavn. Vit vórðu innskivað í íbúðir Á Rauðarástigi 31. Og henda gistingin var luksus afturímóti Reykjaskúla. Her er køkur og stova og kømur.
Okkara fyrsta kvøld við dansi gekk væl, 10 pør vóru á gólvinum við eini 10 minutta framsýning. Tey høvdu bæði gomlu ketu og bandadansin við. Vit, sum ikki vóru í dansinum, sótu á áskoðarabeinkinum. Hølið var ein ítróttarhøll.
Hini londini, sum vístu fram eru: Danmark, Finnland, Svøríki, Noreg, Grønland og Ísland.
Vit hava busskoyrt til býbussar, so vit koyrdu heimaftur við seksaranum, vit sungu norskar sangir á veg heim.
Vit báðar Margreta C vóru inni hjá grannunum og søgdu góðanátt.
No comments:
Post a Comment