Í dag høvdu vit “frí”. Fyrrapartin fóru fleiri í kirkju, onkur fór at svimja og eg fór ein túr fram við sjónum og í Hørpu, har er klassisk konsert hvønn dag klokkan 12.30. Konsertin var flutt úr Eldborg í Kaldalón. Eg fór so at lurta. Tvær dámur spældu floytu og piano. Deiligt at sita og lurta.
Luftlinjan niðri við sjógvin er rættiliga flott, og Sólfari er eitt flott listaverk eftir Jón Gunnar Árnason, sum vann eina kapping 1986 um at gera eitt listarverk til 200 ára føðingardag Reykjavíkar. Sólfarin bleiv avdúkaður 1990.
Konsertin var við floytu og piano, tað vóru Áshildur Haraldsdóttir, floytu (høgrumegin) og Nína Margrét Grímsdóttir , piano.
Síðani fekk eg mær tvær flísar og te í Smurstøðinni, tað er matstovan har í Hørpuni. Har sótu Amanda, Sjúrður, Margreta og Óli.
Nú gekk leiðin í Kolaportið, har mólu vit skamma stund, møttu eisini fleiri av okkara liði.
Høvuðshendingin í dag má vera døgurðin á Geysir. Bistro. Vit høvdu biðið um borð til 11 og vóru har kl. 19. Summi ótu saltfisk, onnur kjøt, onkur át Tortilla og annars fish’n’chips. Og so ótu vit omaná, skyrkaku, pannukakur og sjokolátaísbumbu.
Geysir Bistro liggur mitt í býnum, sum 1000 aðrar, hon er á Aðalstræti 2.
Okkara seinasta kvøld í Reykjavík hittust vit hjá Trygva og Mariu. Leiðslan á Klaksvíkar sjúkrahúsi beyð vælkomin við hostasaft og medisini fyri trekan maga. Anna og Dorthea eru sjónleikarar og Jórunn ikki minni.
Men Dorthea hevur skift navn, hon eitur nú Tortilla. Á restaurantini kom tænarin og spurdi Tortilla? og Dorthea segði ja, tað var hon! Men hon skuldi hava fisk, hon helt eisini tað var nokso løgið, at tænarin visti, hvussu hon æt.
No comments:
Post a Comment