Jul 17, 2016

ÍSLEIKUR 6. dagur

Í dag var seinasti stevnudagur.Vit skuldu dansa í Árbæjarsavninum seinnapartin. Árbæjarsavnið er eitt útisavn í Reykjavík. Har hava tey savnað tey fyrstu húsini í Reykjavík. Dansiframsýningin var utttandura, hvørt land eftir øðrum.
DSC03641
DSC03662
Eitt av húsunum hevði verið katólsk kirkja, og síðani ítróttarhús, nú var ein framsýning av leikum úr ymsum tíðum.
DSC03654DSC03652
Vit fóru heim aftaná, men tað var mest sum bara til at venda, tí bussurin til Perluna skuldi náast. Í Perluni var endaveitslan, góður matur og nógv vín. Eisini her skuldi hvørt land siga takk fyri seg. Rasmus segði nøkur væl vald orð, og vit sungu Dýrd á vík og vág.
DSC03671
Perlan er soleiðis háttað, sum nógv vita og hava roynt, at hon melur runt, so at útsýnið broytist so hvørt, sum kvøldið gongur. Vit vóru sera spent uppá hetta. Tryggvi bannaði uppá, at nú høvdu vit malið 30 gradir, tí at tá ið hann í áðni hugdi, so vóru Bessastaðir her, so lenaði hann seg fram og vísti. Vit spurdu enntá tænaran, sum segði okkum, at enn mól einki.

Sjálv brúkti eg Rasmus til kumpass, tí at hann sat yvirav mær, og Bessastaðir vóru undir hans høgra oyra.  Onkur legði troyggjuna frá sær, og so fór hon siglandi sín vey. Eitt glas kom stýrandi frá norðmonunum við næsta borð (har var ellars mest vatn á borðinum hjá norðmonnum og svenskarum). Hesum malaríi  høvdu vit nógvan stuttleika av. Og útsýnið var frálíkt.
DSC03685
Tá ið tey flestu vóru farin, sungu vit onkrar sangir, og vit dansaðu Stolt Signhild úti í túninum.
Eg og Margreta fóru so válandi heim eftir Snorrabraut, men pínadoyð, sum hon er long á midnátt, men vit høvdu beina kós móti liminum nei eg meini Hlemmi, og ku í tað : heim komu vit til vaniljukeks.

No comments:

Post a Comment