Nú hava vit havt gott veður í 2 mánaðir, herligt. Eitt heilt nýtt slag av summarferiu. Deiligt hjá øllum , sum hava summargestir.
Mín vaksni ommusonur í Keypmannahavn fekk studentsprógv í ár.
Frida S. er komin heim við sínum og við gestum úr Belgia, og nú verður summarskúli um 10 dagar.
Men fyrst er íslandsferð á skránni, vit fara á Ísleik, sum er norðurlendsk dansistevna, sum hesa ferð er í Reykjavík.
Tey smáu hava nú fingið feriu og hava vent øllum svøvnlag, seint í song og seint upp, tað er tað rætta feriulagið.
No comments:
Post a Comment