Eg var inni í Mál og menning, spurdi, um tey høvdu onkra góða nýggja bók, og henda fekk gott viðmæli frá teirri ungu krambakvinnuni.
Bókin er útkomin í 2016, hendingar fara fram frá 1984 til dagin í dag.
Barndómsvinkonurnar Hafdís og Lára fáa eina nýggja vinkonu í 8. flokki, og hvat hendir, Lára verður tað 3. hjólið. Tær eru óreinar og ljótar við hana. Eftir at Julia kom í flokkin, verður tilveran hjá Láru ótrygg og ræðandi.
Samstundis sum skúladagarnir ganga fyri seg, síggja vit teirra lív sum vaksnar. Hafdís er ráðharri í flóttamálum og sostatt ovasti myndugleiki, Lára er listakona og Julia er fitnesstrenari. Hafdís kemur í eina stóra knípu, tá ið sýriulendingurin Ghulem skal útvísast úr Íslandi, har verða politiskar grundir og persónligar grundir samantvinnaðar á spennandi hátt. Ghulem og Lára eru vinir. Ghulem hevur eisini bjargað lívinum í Hafdís, tá ið hon einaferð fekk hjartatilburð inni hjá sær sjálvari. Nógvir loynidómar eru eisini, sum pína, og fortíðin spøkir.
Ghulem er longu farin á flogvøllin, hann er eisini farin inn í flogfarið, men verður hann sendir aftur til fongsul og píning…?
Góð bók, perfekt til buss og flogfar.
No comments:
Post a Comment