Jul 16, 2016
ÍSLEIKUR 5. dagur
Fyrrapartin fór listabrigadan at vitja Kjarvalsstaðir,tað má mann altíð gera av og á. Jóhannes Kjarval er íslendinga Mikines og William Heinesen. Hansara málningar av mosa og gosmyrju og klettum lærdi íslendingar at síggja landið av nýggjum og virða tað. Myndin niðanfyri er av fosturmammu listarmansins.
Summar okkara høvdu nú skund og tóku ein bil til Flóruna í Grasagarðinum. Eg og Sunneva fóru til gongu at finna savnið hjá Ásmundi Sveinssoni. Vit gingu út í Laugardalin eftir korti, tað fór at regna, men vit komu fram.
Ásmundarsavn er í húsum Ásmunds, har hann eisini hevði arbeiðsrúm, og hann hevði sjálvur teknað og bygt húsið.
Myndin niðanfyri eitur Uppreisnin:
Nú var tað okkara túrur at fara í Flóruna, Marentza var í summarferiu, men maturin var góður.
Seinnapartin skuldi dansast í miðbýnum, men tað varð flutt til ráðhúsið, tí tað regnaði.
Og í kvøld var so felagsdansur á stevnustaðnum, t.e. hvørt land skuldi læra hini sínar dansir.
At enda fekk Amanda tað góða hugskot at ganga oman til sjóvarstrond í sólseturslýsi.
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
No comments:
Post a Comment