Nov 3, 2016

Rom nov. 2016 – 1. partur

Rom hevur verið á mínum ynskilista í nógv ár. Og nú eri eg her!
Tað var ordiliga tilvildarligt, at eg fór tú við einum kirkjuliði úr Jyllandi. Borgný postaði á sína FB vangamynd, at eitt pláss var tøkt vegna eina avbestilling og legði leinki hjá Haderslev stift út og vupti hevði eg keypt bilettina. Takk Borgný!
DSC05093
Fyrst fór eg við toki inn á Nørreport, síðani við Metro út í Kastrup. Myndin er tikin av ungdómi á veg í skúla saman við sínum besta vini, telefonini.
Í Billund hitti eg mínar ferðafealgar, sum eru úr Odense, Als, Fredericia og manga aðrastaðni. Í flogfarinum sat eg saman við Hanne og Vagn.
DSC05107
Vit høvdu ein fínaan tú, og flugu ígjøgnum sólsetrið.
DSC05098,
Tá ið vit komu til Fumicino (tann lítla áin), sum er kallinavnið á Leonardo da Vinci floghavnini í Rom, stóð bussur við guide fyri okkum. Hon greiddi frá, at í Rom eru 3 mill´. íbúgvar og 3 mill. sum koma til Roma hvønn dag at lesa ella arbeiða. Tað eru umleið 4 milliónir bilar í Rom. Vit búgva á Hotel Helvetia mitt í Rom. Eitt gamal flott hotell. Hetta er trappuuppgongin.
DSC05113
DSC05120
Ein takterassa er við góðum útsýni.
DSC05118
Bloggarnir úr Rom verða á donskum, so at mínir ferðafelagar kunna gera viðmerkingar og rættingar.

2 comments:

  1. Tak for sidst. Dejligt at se dine billeder og beskrivelser af vore gode oplevelser sammen i Rom.

    ReplyDelete