Nov 4, 2016

Rom nov. 2016 / 3

Hesin túrur er ein pílagrímsferð, meiri merktur av trúarbrøgdum enn mín Santiago ferð ella mín Sandoyarpílagrímsferð. Fólkini, sum eg eri saman við, hava stóran áhuga í kristindómi, kirkjusøgu og vælgerandi arbeiði. Fleiri teira hava verið á skeiði “Teologi for voksne”, sum hevur verið undan hesi ferðini. Hesir báðir sita og kjakast um, í hvønn mun teologi broytist gjøgnum øldirnar.

DSC05222

Annar ferðaleiðarin er prestur í Fredericia og hin er próstur har á leiðini. Vit hava sungið morgunsang onkran morgun, og Leif hevur havt “dagsins orð” til okkara, ikki eitt bíbliuvers, men ein áhugaverdan dato. Í dag var dagurin 28. september í 1420, sum var dagurin tá ið pávin Martin 5 kom aftur til Rom eftir útlegd í Avignon.

DSC05205

Vit hittast í lobbinum, áðrenn vit fara.

3. november var skráin at síggja katakomburnar, dómkirkjuna (Lateran kirkjuna) og síðani at vitja eina samkomu í Trastevere.

DSC05216

Guidin í Catacombes di S. Callisto var úr Filipsoyggjum, hann fortaldi sera livandi um tey fyrstu kristnu. Umleið ½ milión fólk eru grivin í St. Callista katakombunum, harav nógv børn, og har eru 20 km. av gongum. Gravstaðið er í 4 hæddum, slíkar hillar og so eisini familjugravstøð, sum fólk kundu keypa. Gravirnar vórðu rændar í fornøld, blivu so forseglaðar og gloymdar í 9. øld. Í 1849 fann ein ungur maður gravirnar av nýggjum. 16 pávar eru grivnir í Callisto.

DSC05390

Sera nógvar inskriptiónir og symbol vóru at síggja, einstøk kálkmálarí eisini.

DSC05217

Nú gekk leiðin til Lateran kirkjuna, tað er dómkirkjan í Rom. Hon var høvuðssæti hjá pávanum í miðøld, og nógvir stór fundir hava verið hildnir har. Tá ið pávin kom aftur úr útlegd í 1420, bleiv hon um- og útbygd – og hon er flott. Gylt loft, cosmatiskt gólv (slá tað upp).

DSC05234DSC05243

Síðani sóu vit ta áttahyrntu dópskirkjuna, eina obelisk úr Egyptalandi og ta heilagu trappuna, scala santa. Trappan er til bótargongu, tú skalt ganga á knøunum og biðja eina bøn á hvørjum trapputrini. Søgn er, at mamma Constantin Helena, var í Palestina sum pílagrímur og hevði grótið heim við, tað eru 28 steinar av torginum , har Jesus bleiv dømdur til deyða.

DSC05268

Seinast á skránni 3. november var at vitja St. Egidius felagsskapin, ein vælgerðarfelagsskapur. Ein ung genta, Daniella, greiddi frá, vit fóru til aftansang í St. Maria in Trastevere, og so ótu vit døgurða í eini matstovu, sum tey hava, har tey hava brekað fólk í arbeiði.

DSC05276

DSC05285DSC05286

No comments:

Post a Comment