Tað var ein góð Rómferð. Fólkini vóru virkin kirkjufólk, kirkjuráðslimir, kórdeknar, diakonar og ein Mariudóttir, tað er ein lutherskur systraordan, og fleir av damunum vóru ikonmálarar.
Vit fóru við leigaðum bussi úr Rom, vit sungu ein sang hjá Frants av Assisi í bussinum, sangurin er ein lovsangur um skaparverkið. Á leiðini út á flogvøllin kunnaði Bent um komandi túrar, ein verður í august-september til Athen, og hesin Rómtúrurin verður endurtikin í februar, um nakar hevur áhuga, er at fara á heimasíðuna hjá Haderslev stift. Myndin niðanfyri er av tí biðjandi pávanum í stórum kappa.
Vit flugu fyrst til amsterdam og síðani til Billund, og haðani fleyg eg til Keypmannahavnar. Tá boðaði Lisa frá, at nú vóru lambsfrikadellur í boði á Heibergsvegi, so leiðin gekk hagar, ein góð móttøka at fáa.
Símun stokti grønmeti á pannuni.
No comments:
Post a Comment