Altíð deiligt at vitja listasavnið Louisiana. Lisa hevur árskort, so tað var upplagt at fara, so at árskortið skuldi líkasum gjalda seg inn aftur. Anyway, tey hava opið til kl. 22 hósdag, so vit fóru avstað, tá ið hon kom úr skúlanum í gjár.
Trý listafólk eru í løtuni á skránni: Louisa Bourgeois (f.1911), Daniel Richter (f.1962) og Taryn Simon (f.1975).
Mær dámdi stak væl Louisu, hon var passaliga ør og original, ein filmur var eisini við einum viðtali við hana. Listaverkini vóru installatiónir og málningar, Louisa Bourgeois var virkin til tað síðsta, hon doyði í 2012. Flestu listarverkini vóru klivar, rúm, kømur ella – við øðrum konnotatiónum - sum tað æt á enskum “cells”. Sera nógv inspirerað av sínum egna barndómi og av Freud. Hon leggur eisini upp til voyeurismu við tað, at viðhvørt noyðist tú at lúra fyri at síggja inn í klivan.
Eiturkoppurin er symbol fyri mammuna og umsorgan.
Tann amerikanska Taryn hevði foto á framsýningini (American Index of the Hidden and Unfamiliar). Hon er samfelagskritisk, men hon tekur bara myndir, har sum hon fær loyvi, roynir at sleppa so nær kjarnanum sum gjørligt, men bara við samarbeiði, sum hon segði í viðtali: samarbeiði røkkur bara eitt vist, og tað nógv umrødda gjøgnumskygnið man ikki vera so ektað. Í viðtali segði Taryn, at teksturin, sum fylgir við myndini er eins týdningarmikil og myndin. Hendan myndin er av eini sjónvarpsrás, sum bara sendir uttanlands (í arabiskum londum), tey hava ikki loyvi at senda í USA.
Eitt bræv frá Disney var á framsýningini, tað var eitt avslag, ein noktan. Eg skilti tað, sum at hon hevði biðið um loyvi at fotografera á Disney øki. Teir svara, at tað positiva og hjartaliga image, sum Disney hevur er lívsneyðugt og skal ikki skeiklast, hmmm.
Týskarin Daniel Richter hevði ovurstórar oljumálningar, sum Lisa segði: hann dugir sikkurt fínt at mála, men motivini eru so óhugnalig og harðlig. Myndin niðanfyri eitur svíkjarar, og tann niðasta eitur Amsterdam.
No comments:
Post a Comment