Nov 5, 2016

Rom nov. 2016 / 5

Vesuvius

Í dag fór eg mína egnu leið, Vesuv/Pompeii var ikki á skránni, so eg hevði bókað meg inn á ein túr heimanífrá. Bussurin fór 7.30 frá Piazza del Populo, eg gekk hagar í góðari tíð. Tað eru standmyndir og relieff allastaðni, og so allar fontenurnar.

DSC05399DSC05400DSC05397

Busstúrurin til Vesuv tók uml. 3 tímar, eitt “comfort stop” var á vegnum. Tvær kvinnur vóru við sum ferðaleiðarar, tær skiftust at siga frá, í Pompeii høvdu vit guide haðani.

DSC05411

Tær vístu okkum alla tíðina á áhugaverd støð m.a. oynna Capri og Napoli víkina, men tey vóru ikki løtt at avmynda, meðan vit koyrdu, her sæst Vesuv út gjøgnum vindeygað og frammanfyri Inga, ferðaleiðari úr Estlandi. Vit fóru til gongu niðan, fingu at vita, at vit skuldu verða aftur tá og tá. Eg gekk nakað niðan, sá ikki gosopið, men tað gjørdi eingin, tí tað var fjalt í mjørka.

DSC05426

Ruth Harstad (abbi hennara var norðmaður) , vit sótu saman í bussinum og fóru á restaurant aftaná saman. Vegurin var fínur eyrvegur, ikki ov brattur. Ein máltíð var við í prísinum, so nú fingu vit pizza. Og tær gjørdu nógv burturúr at fortelja, at Napolitan er tann ordiliga pizzan.

DSC05437

Nú var tað so Pompeii, sum varð fjaldur undir øsku 24. august í 79 e.K., gosið byrjaði uml. kl. 13. Hetta er alt skjalfest hjá Pliniusi yngra. Tjúgu føtur av øsku lógu á ølum býnum.

DSC05460

Eini 20.000 fólk búðu í býnum. Fyri 268 árum síðani varð býurin funnin, og útgrvstur og restauratión gongur alla tíðina fyri seg. Í býnum vísa tery á tvery sjónleikarhús, eitt stórt torg við templum, ráðh´suið og palace of justice.

DSC05522

Nógv hús smá og stór ríkmanshús, baðihús, handlar, bakarí, gladiatorskúli og horuhús. Ótrúliga spennandi.

DSC05506

Grafitti, freskumálningar og hesin “lívgevarin” pyntaðu ymsastaðni.

DSC05500

Lutir og beinagrindir eru fyri tað mesta flutt á museum í Napoli, men nøkur lík eru á staðnum. Tey eru varðveitt við at plastikk er sproyta inn í holrúmið í øskuni, áðrenn gravað varð. Kroppurin var sjálvandi burtur, men beinini lógu í einum holrúmi, sostatt er formurin intaktur, beinini eru enn innan í.

Tá ið vit komu aftur til Rom og høvdu etið , fóru eg og Ruth at hyggja at sponsku trappuni og Trevi vatninum.

DSC05537

DSC05546

DSC05544

No comments:

Post a Comment