Salle de priere Femme.
Bønarrúm til kvinnur.
LAccess n'est pas permisaunt non musulman.
Eingin atgongd fyri ikki muslimar.
Klædnadraktin hjá kvinnum vísir eisini, um kvinnan (ella maður hennara) er sera ávirkað av islamskari lóg ella sær djellaba sum eitt mentanarligt fyribrigdi, sum er í broyting.
Tá ið tú fert út at eta, ber ikki til at keypa vín aftur við matinum, jú onkunstaðni m.a. Restaurant le Marrakchi á Fna plássinum, men har var so eisini búkdansur. Ein gullklædd sveiggjaði við endanum, og ein silvurklædd kom við livandi ljósum á høvdinum og dansaði við sær sjálvari. Tveir menn spældu tónleik aftur við matinum.
Maturin á le Marrakchi var sera leskiligur, fyrst fingu vit 9 smáar skálir við ymsum smáum rættum, sera leskiligt.
Maturin á hesi matstovuni var lekkur, forrætturin var 9 ymiskir rættir við breyði afturvið, og taginan var fínt laðað sum ein pyramida.
Eitt kvøldið ótu vit við síðuna av eini mosku, t´+a ið bønartíð var, var so fult inni, at menninir løgdu seg í fínum rekkjum uttanfyri á vegnum.
No comments:
Post a Comment