Apr 19, 2017

Marokko 7-17 apríl 2017 (2)

RIAD


Tvær ferðir á ferðini búðu vit í RIAD. Tað er ein serligur byggistílur, úti sæst einki til nakað, bara ein keðiligur múrur, men tá ið tú so kemur inn, so er ein oasa innanfyri. Ein garður í miðjuni, trø og vatnbrunnur og flísalagt ella mosaikklagt gólv. Og, síðani kømur á einari ella  tveimum hæddum rundan um henda garðin, og ein balkonggong er uttan fyri kømrini. Bæði í Fez og í Marrakesh búðu vit soleiðis. Hetta er ein gamal byggiháttur, í slíkum húsi húsaðist ofta eitt harem. Ì Marrakesh var húsaverturin ein fronsk dama. Hon hevði búð í Marrakesh í átta ár. Hon hevði tvær Riadir, hvør yvir av aðrari í eini smalari gøtu.



 


Tað var frálíka kølið at koma inn úr 30 stigum á gøtuni.

SOUK. Handilsøkið við nógvum smáum búðum og verkstøðum eitur SOUK, og vit gingu nógv og válaðu har bæði í Fez og í Marrakesh. Nógv sokallað fólkalív at eygleiða. Slaktaravørur og kakur høvdu nokk ikki klárað heilsufrøðiligu. Sera trongar gøtur, og nógvar av búðunum vóru verkstøð samstundis. Serstakliga klæðir, djellaba, leðurvørur og útskornir trælutir.
 Tey høvdu eisini seyðarhøvd, eg veit ikki, um kamelhøvdið verður tilgjørt sum seyðarhøvdið. Allastaðni sóust tey gomlu sita og hvíla seg.
Broyting sást í mótanum hjá teimum ungu, tó sóust eisini ung fólk í siðbundnum klæðum. Og andlitspløggini vóru eisini ymiskk frá ongum til svartan hijab.






Seljararnir vóru rættiliga  ágangandi, prutting var alneyðug og væntað. Mads royndi seg við einum formli: Tú bjóðar fjórðingin av tí, hann krevur, so endar tú kanska á hálvum prísi. Eg royndi tann taktikkin, men tað riggaði ikki so væl, so eg rýmdi úr búðini, men hvat hann kom rennandi eftir mær, tók í armin á mær, togaði í meg, hetta var so ógvisligt, at ein annar sølumaður, sum sat har talaði at.



No comments:

Post a Comment