May 1, 2017

Issen tåler ikki tryk - sjey ár seinni

Tey plaga at siga, at í hjúnalag kemur ein kreppa eftir 7 ár, 7 ára kreppan. Kanska tað sama er galdandi fyri einkjur? Sjey ára kreppa? Síðani á páskum havi eg følt meg so syrgna, einsamalla. Tað er ikki tí, at eg ikki havi familju og vinir, skal eg skunda mær at siga. Men ongin og onki kann fylla plássið hjá einum lívsfelaga. Tað samlív upp á gott og ilt, sum tit høvdu. Nú fert tú heim til tíni tómu hús, ja tómu íbúð hvønn dag og hvørt kvøld og hvørja nátt. Um náttina koma tankar á teg, die Gedanken sind frei, ja tað er ikki tí so væl! 
Hvørja ferð koddin ella høvdalagið trýstir inn á skallan á mær, hoyri eg hansara rødd, tað er sum at trýsta á ein knapp. Koddin skal vera undir nakkanum, ikki inn ímóti høvuðskálini. Tað var í fyrstani, vit vóru komin saman. Einaferð vit eru   í songini og hirsa okkum upp pláss, nú trýstir hesin vanlukku koddin inn á høvdið á mær, og eg sigi, at hann skal vera undir nakkanum, annars fái eg høvuðpínu. Tá segði Hans Marius: Issen tåler ikke tryk. Eg helt, tað var undarligt at siga. Hann arbeiddi á verkstað við nógvum eykalutum, sum komu úr DK, kanska hevur tað staðið á pakkunum, forsendelsen tåler ikke tryk..men issen...deiliga gamaldags orð. Eg vildi ynskt, at eg mintist fleiri fittar, merkiligar ella klókar setningar, eg vildi ynskt, at eg mintist betur.

Tað er ikki tað, at eg siti inni og stúri altíð, eg ferðist og arbeiði osfr. Men tey, sum er ferðist saman við og tey, sum eg arbeiði saman við, eru næstan altíð tvey og tvey. Alt samfelagið er gearað til pør. Eg blívi bara so avindsjúk, tá ið eg síggi pør í minum aldri fara leiðandi. Øll hava onkran. Mín innara issa er undir trýsti haldi eg. 

 Hetta er skriviterapi, kanska tað fæst burtur av bróstinum, úr hálsinum og av skallanum. Spurningurin er, um skriviterapi riggar eins væl, um tú skrivar til skuffuna, sum tá ið tú skrivar til bloggin?
Tað var heitt henda dagin, tú sovnaði uttanfyri við Gjógv, einki trýstir á skallan her, hann liggur heilt úti í luftini. Tað var kalt í kirkjugarðinum í gjár, nakrar tulipanir standa og treiskast á grøvini, hálvgum avsvidnar av kulda.
Vit høvdu vassað í teirri ísakøldu ánni í Dali.


1 comment:

  1. Ja tað hugsi eg, at tað er einsligt viðhvørt. tungt at missa tann tú valdi, tann sum valdi teg. fittar myndir, góð minnir. síggjast 20/6!

    ReplyDelete