May 17, 2017

Spitsbergen á Eiði

Tað var rættiliga kalt, tá ið Spitsbergen legði at á Eiði í morgun. Stuttligt at síggja eitt skip hjá Hurtigruten við kei í Føroyum. Hurtigruten fram við Noregsstrond hevur leingi staðið ovast á ynskilistanum. Nú vænti eg, at eg og Inga Rósa fara um eitt ár, um heilsan verður.
Men í dag er 17. mai, so eingin kom í land, fyrr enn tey høvdu hátíðarhildið tjóðardagin umborð. Tey gingu skrúðgongu umborð, tað var sjáldsamt, tí teinurin var ikki so langur har á ovasta dekki, so tey gingu nakrar ferðir runt. Á odda gingu yvirmenninir í fullum uniformi.


Sera lítið av fólki var og tók ímóti. Bygdarráðsformaðurin var tó til staðar og fór umborð. Tá ið fólkið kom í land, stóð bussur við ferðaleiðara fyri teimum, og har fóru kanska 20-30 fólk. Ætlanin var at fara á rættina at hyggja at seyði. Sum eg skuilti, skuldu eisini gerast ein gongutúrur av Skarðinum.


No comments:

Post a Comment