May 9, 2017

Tveir vitar



Hátíðarhald var í Prestlág í dag. Listarverkið Tveir vitar eftir íslendingin Jón Sigurpálsson varð í dag handað Føroya fólki. Eitt umboð fyri Ísafjørð og eitt umboð fyri Súðavík hildu talu. Sera rørandi og kenslubornar talur, sum løgdu dent á samhuga og kærleika millum tjóðirnar.

Fýra menn úr Havnar hororkestri spældu, fyrst Eg skar mítt navn, og at enda Abide with me. Sera hátíðarligt.

Annika Olsen tók ímóti listarverkinum og helt eina talu, og varaløgnaður Høgni Hoydal helt eina talu eisini.








No comments:

Post a Comment