May 14, 2017

Sunnudagstúrur



Vit fóru úr Havn um eitttíðina. Sólveig, Laura og eg. Vit fóru norður til Klaksvíkar. Fyrsta stoppið var hjá Fríðu, sum vit hava hoyrt so nógv gott um. Har er stak hugnaligt, og kaffið smakkar væl. Vit sótu og bíðaðu eina rúma tíð, eg haldi tað tók eini trý korter at fáa matin. Men tapas borðiskurin smakkaði stak væl skal sigast!
Nú fóru vit at hyggja eftir Nólsoyar Páls verkætlanini, sera spennandi verkætlan, fleiri hús og so hetta flotta neystið.
Men sjálvandi Klaksvík er ein býur, og býarrúmið er í støðugari broyting, ikki alt til tað betra, siga summi. Hesin íbúðarbygningurin stendur rættiliga dominerandi her á sandinum.
Nú gekk leiðin í gamla seglhúsið til listaframsýning hjá Paturson feðgunum.

Flott hús og væl restaurerað. Vit síggja Lauru og Sólveig í ultramarinum ljósi, og Símun í Uppistovu var blíður og týður. Á suðurleiðini stukku vit inn á gólvið hjá Súsannu og Salamon í Gøtu. Deiligur túrur.
























Mynd hjá Jastrid Og Símun Gullaksen

No comments:

Post a Comment