Feb 21, 2012

Skarð

Vit fóru drønandi úr Havn til Klaksvíkar kl. 6 í kvøld, Símun, Turið og eg. Símun ringdi og spurdi, um eg fór, og tað var í grundini tað, sum gjørdi, at eg fór. Páll Kunoy skuldi hava fyrilestur um Skarð, hetta var í Ósáskúlanum. Fyrstu ferð eg havi verið inni har, flottur skúli. Fult av fólki, serliga menn vóru komnir saman. Eg kendi ikki nógv, ivaleyst er ein stórur partur av teimum skyldfólk. 007Maðurin høgrumegin á hesi myndini eitur Jákup og er fermenningur okkara, omma hansara Simona var systkinabarn abba okkara Sìmun, tey hava ivaleyst itið eftir sama persóni. Jákup segði mær, at onkuntíð tá ið mamma skuldi til Gjáar at ferðast við børnunum fór hon via Klaksvík, og tá gisti hon hjá ommu hansara. Páll Kunoy hevur skrivað um Skarð og hann greiddi frá bygdini og vísti á einum korti, hvussu húsini hava staðið, hann segði eisini frá teimum trimum vanlukkunum og vit fingu nøvnini á teimum, sum fórust, hetta var sera dapurt at hoyra. Símun las eitt bræv, sum abbi hevði skrivað til ommu í 1896, brævið er bæði romantiskt og stuttligt, so tað lætnaði aftur fyri hjartanum012

 

 

Aftaná fingu vit kaffi , og so í full speed aftur til Havnar í mígandi regni.

016

017

No comments:

Post a Comment