Feb 8, 2012

A court hearing

 

Í dag havi eg havt besta tíma ársins. Ein fyrsti flokkur hevur lisið Animal Farm hjá George Orwell. Vit hava tosað um innihaldið, um persónarnar, eitt sindur um stalinismu. Vit hava havt sokallað kreativt bólkaarbeiði, onkur gjørdi ein lítlan leik, onkur ein sang og pressubólkurin skrivaði eina grein um kollveltingina á garðinum. Vit endaðu í dag við einum rættarfundi. Tey fyrireikaðu hann mánadagin, sjálvsagt alt á enskum.

Høvuðsbrotsmaðurin er gølturin Napoleon, og hann var tann fyrsti á ákærubeinkinum, og hann var sera sannførandi. Hansara hjálparar Squealer og hundarnir blivu eisini spurdir. Vit høvdu tvey sakføraratoymi, og eina rúgvu av vitnum. Ryssan Clover, seyðirnir, hønurnar og eslið Benjamin vóru virni hjá ákæranum. Sum fundurin leið vísti tað seg, at verjutoymið var hárhvast í sínum spurningum, men ákæruvaldið ikki nóg væl fekk fram í ljósið tey hópdráp, sum eru farin fram á garðinum, og at Napoleon sostatt er ein hópdrápsgrísur. Og Squealer og Mr. Whimper vóru mega stuðlar hjá Napoleon. Ein glotti var,, at hundarnir greiddu frá, at drápini veruliga fóru fram. Judge Bergljót tók samanum og mátti lata hópdrápsgrísin leysan. Av tí at fotoforboð er í rættarsalinum hevði pressan ein teknara við, sum so teknaði scenariið, myndin sæst niðanfyri.

Tey eru 24 næmingar, so vit høvdu ein langan rollulista. 11x er ein fínur flokkur, við uppá alt og ger sítt arbeiði, so tey eru undantak frá hinum ónøgda skúlablogginum hin dagin .

jól1

No comments:

Post a Comment